Follow User 887932358 and others on SoundCloud.
Leygarkvöld Í Havn
Vestmenn.
Sildarok í Singapore, rukkulív í London town
einki samanberast kann við leygarkvøld í Havn.
Lat teg í tín besta jakka og tín bummulls-vest
nú skulu vit í býin, nú skal tað vera fest.
Gloym bert tínar hjartasorgir og títt undirbit,
vit skulu mála býin reyðan - Havnin skifta lit,
busta allar tínar tenn og cowboy-styvlarnar,
so skalt tú síggja millum menn, tær eingin kemur nær.
Kom við mær á Káta hornið, kvøldar-krákuting,
náttin gongur móti morgni, reypa, dansa, syng,
gongulag í gongugøtu mangan tykist tungt,
tó eftir hesa megnarløtu, vit halda lagið ungt.
Seems a little quiet over here
Be the first to comment on this track