TÁ EG VERÐI GAMAL - Stanley Samuelsen by User 887932358 published on 2016-05-17T00:52:13Z TÁ EG VERÐI GAMAL. Tá eg verði gamal og sólin fer í kav góða vilt tú hjálpa mær at sigla yvir hav eg skal vitja gamlar gøtur gamlar vinir við minnast aftur góðar løtur og finna sálarfrið tá eg verði gamal og hárið verður grátt smíla tíni vøkru eygu tú teskar góða nátt eg droymi meg í eydnuríkið tú ert drotning her næsta morgun vakni aftur síggi at so er tá eg verði gamal og dagur verður nátt sálarfriðurin er komin inn um duragátt tíni vøkru eygu spegla tína sál tak so báðar mínar hendur og fylg tú mær á mál. - - - Stanley Samuelsen.